Far til forsíðu
28-04-2019 09.04.07
28.04.2019 klokkan 0800UTC. Tíðindaskriv um samanstoyt vestanfyri.

2355UTC tann 27. apríl móttók Tórshavnradio eitt distress á DSC frá MMSI 231 372 000 uttan knattstøðu og orsøk.
Hetta vísti seg at vera útróðrarbáturin Skarstein.

Lítla løtu seinni 0005UTC ringdi íslendska skipið HAKON og boðaði frá at teir høvdu bori við ein bát á knattstøðu: 61°34.8N -008° 05.0V. Hetta er góðar 40 fjórðingar vestur úr Suðuroynni.
Teir settu bátin út við tveimum monnum at fara til Skarstein, tí samband fekst ikki á VHF rás 16.

0015UTC Tjaldrið og tyrlan vóru útkallaði.

0022UTC boðar HAKON frá at tað var ein maður umborð á Skarstein, hann er komin umborð á HAKON í øllum góðum.

0023UTC Útkallið av tyrluni var avlýst.

0140UTC HAKON boðar frá at alt vrakgóðs er tikið upp, og at Skarstein lak ikki. HAKON setti á Skarstein og byrjaði at sleipa hann móti Havnini.

0452 UTC tók Tjaldrið yvir sleipið av Skarstein frá HAKON. Tjaldrið setti fólk umborð á Skarstein, sum nú siglir við egnari megi móti Havnini, fylgdur av Tjaldrinum.

MRCC Tórshavn 280800UTC APR 19
 
Nýborg fingið ein sjógv. Kl 1628 seinnapartin fríggjadagin fekk...
Bátur sokkin í Skopunarfirði og ein maður saknaður. Klokkan 02.01 í nátt fekk MRCC boð um at...