Far til forsíðu

DSC      ( MMSI Nr. hjá Tórshavnradio er 002311000 )

 

DSC (Digital Selective Call) er ein týðandi liður í GMDSS skipanini (Global Maritime Distress and Safety System).

DSC er sum nevnt eitt talgilt (digitalt) radiosamband, ið kann nýtast frá skip til land. Frá land til skip, ella skip til skip. Skip og bátar fáa, eftir umsókn til Fjarskiftiseftirlitið, eitt sokallað 9-sifra MMSI-nummar (Mobile Maritime Service Identity), ið verður lagt inn í sendiútgerðina umborð.

Verður eitt slíkt uppkall móttikið av t.d. Tórshavnradio, so sæst beinan vegin hvør tann kallandi er, tí Tórshavnradio er, í tøttum samstarvið við Fjarskiftiseftirlitið, altíð dagført við hesum eyðkennistølum. Vert er at leggja til merkis, at eitt DSC-uppkall í høvuðsheitinum bert er byrjanin til eitt radiosamband við eina aðra radiostøð. Tá partarnir hava fingið samband hvør við annan á DSC, verður flutt á aðra rás t.d. rás 16, ella eina arbeiðsrás.

 

DSC-skipanin hevur fýra valmøguleikar:

 

Neyðarkall (Distress)
Snarkall    (Urgency)
Trygdarkall (Safety)
"Vanligt kall" (Routine)

 

Sum nevnt kann eitt neyðarkall sendast yvir DSC eftir sera stuttari løtu. Er DSC-skipanin bundin í ein GPS-móttakara, fáa allar radiostøðir, ið móttaka eitt slíkt neyðarkall, beinanvegin at vita hvør tann neyðstaddi er, við hjálp av tí talgilda eyðkennistalinum, og samstundis verður knattstøðan hjá tí neyðstadda send í einum slíkum neyðarkalli. Tað er í fyrstu atløgu tann týdningarmesta kunningin um støðuna. Men er tíð til tess, so er altíð ein fyrimunur, eftir at neyðarkallið er sent, at kunna skifta til talu á t.d. rás 16, fyri at kunna betur um neyðstøðuna.

Altjóða VHF-DSC rásin er rás 70, og tí skal henda rásin ikki nýtast til annað enn tað hon er ætlað til. Við øðrum orðum má henda rásin ikki nýtast til samrøður millum skip ella bátar.

 

Útskriva skjalið