Far til forsíðu

Trygdarkall

( Securité)

 

Trygdarkall er boð ella ávaring viðvíkjandi siglingartrygdini. Fráboðan verður send á 2182 kHz ella VHF rás 16. Síðani verður skift til aðra arbeiðsrás.

Er tað eitt skip ella bátur, ið sendir út trygdarkall, kann vera skift til t.d. rás 8. Hetta skal sigast í fráboðanini. Er tað harafturímóti Tórshavnradio, ið sendir út trygdarkall, verður skift til arbeiðsrásirnar hjá Tórshavnradio.

 

Dømi um trygdarkall:

 

Securité, Securité, Securité

allar støðir  (3 ferðir)

her er

Rókur  (3 ferðir)

Stór bingja sædd rekandi á positión . . . . . . kl. . . . . . .

Bingjan kann vera vandamikil fyri skipaferðsluna.

 

Tað er av týdningi at tú eisini setir teg í samband við Tórshavnradio, fyri at tryggja tær at tíni trygdarboð verða borin víðari til rætta viðkomandi.