Far til forsíðu

Um okkum  -  ( About MRCC Tórshavn )

                                                              MRCC TÓRSHAVN
 
MRCC er stytting av Maritime Rescue Co-ordination Center og virkar saman við Tórshavnradio, sum ein eind í samtakinum VØRN undir Fiskimálaráðnum. 

MRCC Tórshavn hevur ábyrgdina fyri íverksetan og samskipan av leiting og bjarging á føroyskari havleið. Altso tað, sum á enskum eitur SAR (Search and Rescue).

Samarbeiðsavtalur eru gjørdar við ymsar partar so sum Atlantic Helicopters, Arktisk Kommando. Sí status av bjargingareindum her og sáttmálan um bjargingartyrlu her. Fylgiskjøl her.

Harumframt eru avtalur við grannalondini um sínamillum hjálp, við MRCC Aberdeen og JRCC Iceland, um veiting av hjálp í samband við størri neyðstøður.

Aðrar uppgávur hjá MRCC Tórshavn umfata m.a. at taka ímóti fráboðan um oljudálking á føroyskum havleiðum, sjúkraflutning við tyrlu, avgreiða boð um yvirgang á føroyskum skipum (ISPS), og at gera og lýsa siglingarávaringar .
 
Vanliga virkisøki hjá MRCC Tórshavn er havleiðin úr fjøruni og út á 200 fjórðingamarkið ella miðlinjuna millum lond. Støðin er mannað alt samdøgnið og allar dagar.

Støðin er góðskustýrd og góðkend sambært altjóða standard ISO 9001, sí skjal her, og verður skoða árliga av DNV. 


MRCC Tórshavn
Tinghúsvegur 64
100 Tórshavn

Telefon

35 13 00                                                          

Telefon

35 13 02  - vanlig avgreiðsla

Fax

35 13 01


Útskriva skjalið