Far til forsíðu

Pan Pan

(Snarkall).

Um tú kemur út fyri, at tær nýtist skjóta hjálp, men at tað ikki beinleiðis er neyðstøða, so sendir tú Snarkallið, Pan Pan, tríggjar ferðir. Tað kann vera um tú t.d. fært um skrúvuna, fær róðurskaða ella persónur blívur sjúkur umborð Snarkall verður eins og neyðarkall sent á 2182 kHz ella á VHF rás 16.

Sambært nýggjastu radioreglugerðini kann sendast neyðarkall (Mayday) um maður er farin fyri borð.

Dømi um snarkall (Pan Pan):

 

Set VHF-in á kanal 16

 

Snarkall:

Pan Pan, Pan Pan, Pan Pan

 

Tórshavnradio ( 3 ferðir)

 

Her er

Rókur, Rókur, Rókur / XPA1234

Vestur úr Tindhólmi, hava fingið um skrúvuna,

reka móti landi.

positión . . . . . .

biðja um sleip sum skjótast.